Thor selur fjórða skipið í ár

12/02/2016

Í dag var skipið Thor Provider selt til eitt felag í Noreg. Thor Provider var keyptur í 2006 og hevur arbeitt mestsum áhaldandi síðani tá og fyri tað mesta, sum seismikk fylgiskip í oljuvinnuni.

Júst sum hini trý skipini, Thor hevur selt í ár, hevur Thor Provider tænt fyri seg og øll fýra skipini eru nú farin í aðrar vinnugreinar enn offshore.

“Sølurnar eru ein partur av okkara ætlan, nú vit hava endurnýggja okkara flota” – sigur stjórin Hans Andrias Kelduberg, sum er væl nøgdur við sølurnar, serligani nú, so nógv tonnasja er tøk á heims marknaðinum.

Thor Provider var bygdur í Turkalandi í 2000 og var flaggaður undir Belize flaggið. Thor Provider hevði vanliga eina manning sum taldi 6-7 mans.

Hini skipini Thor hevur selt í ár, eru Thor Server, North Star og Thor Guardian.