Eldur í garnaskipi Vesturland

01/07/2017

Leygardagin, umleið midag, kyknaði eldur umborð á garnaskipinum Vesturland hjá Thor, sum var til fiskiskap á Føroya Banka. Nógvur roykur var, og avgerð var tikin um at taka manningina av skipinum beinavegin. Øll manningin bleiv flutt við tyrlu av skipinum og til Landssjúkrahúsið til kanningar, har 3 vera náttina yvir til eygleiðing, tí teir hava fingið royk í seg, men allir hava tað gott eftir umstøðunum.

“Enn vita vit ikki hvussu verður við Vesturland, men vit eru ógvuliga glaðir fyri at manningin hevur tað gott og allir eru komnir til lands”, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

Tá ið manningin fór av skipinum var ikki greitt hvussu ógvusligur eldin var, men, nú tá ið Vædderen kom til skipi, sást at eldur var enn í skipinum, men tað verður ikki greitt fyrr enn við dagsljósið í morgin, sunnudagin, hvussu støðan er við skipinum.