Umsókn um stuðul
Thor stuðlar : Hvørt ár fáa vit nógvar umsóknir um stuðul frá skúlum, vælgerðarstovnum, ítróttarfeløgum og einstaklingum. Fyri at fáa eina rættvísa og javngjørda viðgerð av øllum umsóknum, hava vit valt at søkjast skal ígjøgnum heimasíðu okkara, við at útfylla umsóknarblaðið niðanfyri. Vit viðgera umsóknir 4 ferðir árliga, fyrsta fríggjadag í hvørjum ársfjórðingi. Umsóknir, ið koma inn seinni enn 7 dagar frá viðgerðardegnum, verða fluttar til viðgerð næstkomandi ársfjórðing. Thor tilskilar sær rættin til frítt at velja ímillum innkomnu umsóknirnar. Verður umsókn tygara gingin á møti, fáa tygum beinleiðis boð frá okkum. Gevi gætur: Samlaði stuðulin ið latin verður er avmarkaður.